Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget høvdu í kvøld ein lykladyst móti Haslum á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Hevði Bækkelaget vunnið dystin í kvøld, so høvdu teir verið eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Men soleiðis gekk ikki. Haslum vann greiðan 38-32 sigur á Bækkelaget. Í steðginum var Haslum á odda 18-14.
Bækkelaget er nummar 10 í deildini við 15 stigum nú fýra dystir eru eftir at spæla í grundspælinum. Teir hava fýra stig upp til Haslum og Bergen, ið hava 19 stig hvør á áttanda og á sjeynda plássinum.
Kjartan skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál í kvøldsins dysti.
Sunnudagin klokkan 17 tekur liðið hjá Bjarna í Selvindi og Helga H. Hoydal, Kristiansand móti Elverum á heimavølli. Somu klokkutíð spælir liðið hjá Nicholas Satchwell, Viking TIF dyst á útivølli móti Runar Sandefjord.