Kjartan Johansen var í essinum og skoraði átta mál tá lið hansara, Viking Stavanger á útivølli vann grannauppgerðina ímóti Sandnes í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál í dagsins dysti.
Viking Stavanger fekk sigursmálið til 28-27 í allarseinasta sekundi. Sandnes hevði annars javnað til 27-27 tá bert 15 sekund vóru eftir av dystinum. Kjartan Johansen var valdur at verða besti leikari hjá Viking Stavanger í dag.
Sigurin lyftir Viking Stavanger uppá 19 stig, og nú hevur føroyingaliðið bert trý stig upp til triðja plássið, har Follo liggur við 22 stigum. Nummar eitt og tvey flyta upp í bestu deildina. Nummar trý spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðniðasta liðnum í bestu hondbóltsdeildini.
Komandi sunnudag spælir Viking Stavanger heimadyst ímóti Lillestrøm.
Tað gekk av skriðuni hjá føroyingaliðnum í Íslandi í dag. Áki Egilsnes skoraði fimm mál og Allan Norðberg skoraði trý mál tá lið teirra, KA rættiliga óvæntað tapti 25-29 ímóti botnliðnum, Grótta. Grótta var á odda 14-11 í steðginum.
KA hevur 12 stig á níggjunda plássi, men nú eru bert fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna. Komandi hóskvøld vitjar Stjarnan KA á Akureyri. Bæði liðini hava 12 stig, og fara at stríðast fyri at leggja sjógv niður til niðastu liðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.