Kjartan Hansen Føroyameistari í Poetry Slam

Kjartan Hansen vann í gjár fyrsta Føroyameistaraheitið í Poetry Slam. Hetta gjørdi hann í harðari kapping við Bárð Persson og Eir í Ólavsstovu, sum saman við honum vunnu sær veg til finaluna.

 

Tilsamans seks luttakarar vóru til forkunnuga tiltakið, sum varð hildið í Steinprent á Skálatrøð. Føroyameistarakappingin var endin á eini workshop, sum Danmarksmeistarin Lasse Thorning og Evropameistarin Thorkil Jacobsen hava havt á Háskúlanum seinastu dagarnar.

 

Poetry Slam er eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum, men gongur í stuttum út uppá, at ein yrkjari lesur upp egnar yrkingar á ein lívligan hátt. Til Føroyameistarakappingina í Steinprent í gjár, varð kappast í tveimum umførum, har hvør luttakarari hevði tríggjar minuttir at lesa upp yrking sína í.

Síðani vóru tað áhoyrararnir, sum gjørdu av, hvussu nógv stig hvør luttakari skuldi hava fyri sín upplestur.

 

Tað var annars Bárður Persson, sum fekk flest stig fyri eina yrking, men í finaluni var tað Kjartan Hansen, sum áhoyrarunum dámdu best.

 

Tey, sum hava hug at uppliva Poetry Slam, kunnu fara á Doktaragrund í kvøld. Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi, har millum annað Bárður Persson fer at lesa eina yrking upp.