Kjallarin hjá Fritzl skal fyllast

Eysturríkskir handverkarar fóru í gjár undir at fylla kjallaran, har tann nú lívstíðarfongslaði, Josef Fritzl, helt dóttir sína sum fanga í 24 ár, umframt at neyðtaka og skemma hana.

Sambært avísina Kronen Zeitung skulu tvey hol borast í erva í kjallararúminum í Amstetten, og síðani verður sement pumpað niðurí, so tað fyllir øll rúmini, har dóttirin og tey sjey børnini, hon varð tvingað at eiga saman við pápanum, sótu sum fangar.

Arbeiðið tekur væntandi tvær vikur, men ógreitt er, hvat annars skal henda við húsinum, tí myndugleikarnir vilja helst ikki hava, at tað verður eitt stað, ferðalið í framtíðini koma at vitja.

Lagnan hjá Elisabeth Fritzl og teimum sjey børnunum kom undan kavi í 2008, og árið eftir varð Josef Fritzl dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava beint fyri tí eina barninum, og annars fyri burturflyting, blóðskemd og neyðtøku.