Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at ein gamal kjallari kom undan kavi, tá arbeitt varð við at byggja nøkur parkeringspláss aftanfyri Sjónleikarhúsið. Les her: Gamal kjallari kom undan kavi
Hóast tað var óvissa í Tórshavnar kommunu um, hvat hetta var fyri kjallari, hava tey í Sjónleikarhúsinum altíð vitað av hasum kjallaranum, og tí er tað yvirhøvur einki yvirraskilsi fyri Havnar Sjónleikarfelag.
- Hasin kjallarin hevur ongantíð verið nakað loyndarmál. Tað er ikki soleiðis, at mann hevur funnið ein loyniligan kjallara. Kjallarin bleiv gjørdur í 60’unum og bleiv dekkaður yvir, tá mann ikki hevði ráð at gera arbeiðið liðugt, sigur Birgir Djurhuus, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag.
Sjónleikarahúsið fór í 60’unum undir at gera eina stóra útbygging, og tá var ætlanin fyrst at gera kjallaran og so byggja oman á aftaná. Men har vóru eftir øllum at døma ikki nokk av pengum til at gera útbyggingina lidna, og so stóð tað opið í eina tíð. Tí gjørdi kommunan av at stoypa omaná og gera økið til parkeringspláss. Síðan tá hevur hatta verið parkeringspláss, og Havnará gongur eftir øllum at døma beint ígjøgnum kjallaran, sum er leysur frá Sjónleikarhúsinum.
Birgir Djurhuus skilir ikki øsingina um kjallaran, tí har hevur verið atgongd til hann fyri fáum árum síðani, tá barakkirnar hjá Tórshavnar Kommunuskúla vórðu settar upp í 2007.
- Tá skúlin varð settur upp, visti mann eisini av kjallaranum. Líka inntil skúlin kom upp, kundi mann ganga inn í kjallaran úti frá. Har var hol beint við, har sum parkeringsplássið byrjar. Har hava nógv fólk verið inni, so hatta er einki nýtt í mínari verð. Øll í Sjónleikarahúsinum hava ið hvussu er altíð vitað av kjallaranum, sigur hann.
Tórshavnar kommuna var væl vitandi um, at ein kjallari var har, men arbeiðsmenninir og verkfrøðingarnir vistu ikki heilt, hvat kjallarin hevði verið brúktur til, sigur verkfrøðingur frá Tórshavnar kommunu.
Tilfarið á 60 ára gamla dekkinum er í vánaligum standi, og tískil má størri umvælingararbeiði til fyri at tryggja neyðugu trygdina hjá borgarunum, tá nýggj parkeringspláss skulu gerast. Umvælingin fevnir um at brekka alt dekslið og síðani at fylla kjallaran við gróti. Hetta verður mett at kosta 450.000 kr. og hóskvøldið skal býráðið taka støðu til at játta hesa upphædd til arbeiðið.