Kjallarbólkur á festival

Grandma’s Basement, sum arbeiða við nýggjari útgávu, spæla á Summar Festivalinum í august.

Framfýsni bólkurin Grandma’s Basement, sum spælir popprock við humori, verður við á Summar Festivalinum í ár.?Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum bæði hevur spælt sangir inn og havt væleydnaðar framførslur á palli. Grandma’s hevur nøkur fá ár á baki, men teir hava langt síðani gjørt vart við seg við sangum sum Bangna Beistið, Minnini, Dansurin og Getze. ?Nú arbeiðir bólkurin við fyrstu útgávuni, sum skal koma út í summar.?Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi.?Grandma’s Basement spældi á Summar Festivalinum í fjør, og tann framførslan lukkaðist so væl, at fyrireikararnir hava sent boð eftir bólkinum at spæla aftur í ár.?