Kjakmentan og Dawkins

Í grein míni “Ein kjakmentan í kreppu?” sum stóð í Sosialinum herfyri nevndi eg m.a., at tann gitni Richard Dawkins metir, at Antony Flew helst er senilur

Guttormur Djurhuus eftirlýsir nakrar dagar seinni kelduna til hesa útsøgn.

Onkur spyr kanska hvørjir Dawkins og Flew eru.

 

Richard Dawkins er bretskur professari í lívfrøði. Hann man helst vera heimsins kendasti nýateistur og gitin fyri sína harðrendu skriving ímóti øllum sløgum av átrúnaði.

Antony Flew er somuleiðis breti ( f. 1923). Faðirin var sera virkin innan metodistkirkjuna og Antony fekk eina kristna uppaling. Kortini gjørdist hann ateistur á ungum aldri. Hetta kom tó ikki alment fram fyrr enn nøkur ár seinni, av tí at Antony ikki vildi særa kenslur foreldranna.

 

Flew fekk eina gylta akademiska lívskós. Hann gjørdist professari í heimsspeki og høvudur av mongum bókum og ritum. Tað fyrsta av 35 verkum um heimsspeki nevndist “Theology and falsification”.

 

Flew var partur av tí sonevnda “Socratic Club” í Oxford – eitt kjakforum, har m.a. tann kendi C.S. Lewis hevði ein stóran leiklut. Flew og Lewis kendust persónliga, men kristnu sjónarmið Lewis høvdu ikki stórvegis ávirkan á Flew.

 

Tað kom óvart á mong tá Antony Flew í 2004 kunngjørdi, at hann hevði slept síni ateismu og var vorðin “deistur”. Pressan gjørdi nógv burturúr hesum.

 

Richard Dawkins hevur síðani úttalað seg fleiri ferðir um sín fyrrverandi “trúarfelaga”. Dawkins minnir altíð fólk á, at Flew er gamal. Hetta ger hann eisini í bókini “The God Delusion”, har hann knýtir “fráfallið” hjá Flew við aldurin.

 

Dawkins sigur aðrastaðni, at sjónarmiðini hjá Flew borga ikki fyri “the surviving power that Flew once had as an intellectual”. Hann umtalar eisini Flew sum ein fyrrverandi stóran heimsspeking.

 

Hetta verður av flestøllum, og ikki minst viðhaldsfólkum hjá Dawkins tulkað soleiðis, at Dawkins setur spurnartekin við andsevnini hjá tí gamla Flew. Niðurstøðan er kanska ikki so løgin, tí smb. skrivingina hjá Dawkins er skilvísi og upplýsing ein trygg leið til gudloysi.

 

Tað er tí kanska ikki so løgið, at amerikumaðurin Michael Ruse (professari í heimsspeki á Florida State University) tekur soleiðis til um skrivingina hjá Dawkins: “The God Delusion makes me embarrased to be an atheist.”

 

Útsøgnirnar frá Dawkins um Flew eru eisini umrøddar “preface” í bókini “There is a God” eftir A. Flew. Bókin kom út í 2007. Tey, ið lesa hesa bók, kunnu so meta um mentalu støðuna hjá Flew.

 

Keldur:

Richard Dawkins: The God Delusion

Alister McGrath: The Dawkins Delusion

Antony Flew: There is a God

YouTube: Dawkins: Røða í Virginia t. 23.10.2006