??????
Lars-Henrik Schmidt, Om respekten,
Danmarks Pædagogiske Forlag, 2005
???????????
Í nógv umrøddu kjakbókini Om respekten ger Lars-Henrik Schmidt, rektari á Dan-marks Pædagogiske Universitet, upp við tíðarinnar mest sjálvsøgdu pedagogisku tankar um tolsemi, respekt og gyklan um, at vit øll hava líka nógv at bjóða ? og eru so ómetaliga týdningarmikil.
?Tað er jú lodrøtt lygn. Trupulleikin er bara, at tey ungu ikki finna út av, at tey ikki eru brakandi eindømi, fyrr enn tey skulu standa á egnum beinum?, sigur Schmidt.
Sambært Schmidt hava lærarar og pedagogar alt ov leingi respektera meiningarnar hjá teimum ungu, bara tí tey hava eina. Skulu vit koma úr respektdíkinum, sum Schmidt tekur til, má tað verað loyvt lærararum at ilskast og argast og gera vart við, at øll sjónarmið ikki hava líka nógv virði. Tað gevur nevniliga onga meining at vísa respekt, um tað ikki er loyvt at vísa despekt, eitt nú fyri næmingum, sum ikki virða frálæruumhvørvið, ein lærari roynir at fremja.
Bókin er ikki enn eitt álop á lærarar og pedagogar, men heldur ein roynd at definera eitt moderna repekthugtak, vit kunnu hava virðing fyri.
Om respekten hevur elvt til mikið kjak, síðani hon kom út fyri tveimum vikum síðani. Eftir bert einari viku varð bókin við at vera útseld, og verður hon tí endurprentað í løtuni.
ave