Kjak um turriklæði kostar atkvøður

Sambært eini meiningakanning stendur Danski Fólkaflokkurin til at missa 3 fólkatingslimir, eftir at hava samanborið muslimska høvdaturriklæði við nazistateknið

Nýggja meiningakanningin vísir, at Danski Fólkaflokkurin fær tvey prosent færri atkvøður í dag enn fyri einum mánað síðani. Hetta svarar til, at flokkurin hevði mist tríggjar fólkatingssessir, um val var nú, veit danska TV2 at siga.

Viðmerkjarar meta, at afturgongdin er úrslit av ógvusligu útsøgnunum hjá flokkinum fyrr í vikuni um turriklæði hjá muslimskum kvinnum.

Útsøgnirnar komu, tá muslimska Asmaa Abdol-Hamid boðaði frá, at hon ætlar at stilla upp til næsta fólkatingsval, og at hon ætlar at vera ílatin muslimska turriklæðið á fólkatingsins røðarapalli, um hon verður vald.

Hetta spann øði í Søren Krarup í Danska Fólkaflokkinum, sum var skjótur at samanbera turriklæðið við nazistateknið. Honum á baki kom floksfelagin Mogens Camre og segði, at Asmaa var eitt heilavaskað neyðardýr, sum hoyrdi heima á sinnissjúkrahúsi.

Mogens Camre umbar seinni útsøgnina, men tað hevur eftir øllum at døma ikki blíðka veljarafjøldina.