Pedagogfelagið skipar fyri limafundi í Miðlahúsinum mikudagin, har evnið er eldrapolitikkur Mikudagin 18. apríl kl. 19.30 skipar Pedagogfelagið fyri limafundi í Miðlahúsinum, har evnið hesaferð verður eldrapolitikkur. Maud Hansen leggur fram úrslit av kanning og eftir tað verður orðaskifti. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri luttekur á fundinum við uppleggi. Livandi tónleikur verður til tiltakið.