Skal Nólsoyar Páll flytast ella skal hann vera standandi í Vágsbotni? Tað er spurningurin, sum føroyingar av álvara eru farnir at kjakast um, síðani in.fo í gjár skrivaði, at ein býráðslimur í Havn heldur tað vera skilagott at flyta standmyndina.
Á Facebook síðuni hjá in.fo hava fólk havt fleiri góð hugskot. Ein heldur fyri, at tað er akkurát fyri at flyta standmyndina til Klaksvíkar - til húsið, sum verður bygt uppaftur hjá honum í Klaksvík.
Ein annar kjakari skrivar:
"Góð tíðindi. Hann hevur onki at gera mitt í Havnini. Út til Nólsoyar við honum.
Og gev so miðbýðinum hasi 6-8 p-plássini aftur, ið handan standmyndin hevur ognartikið í nógv ár"
Onnur skriva:
"Flyt hann til Vágs. Tað var har teir bygdu skipið".
"Til Hvalbiar! "Sally", sum hann umbygdi til Royndina Fríðu, kemur haðani"
"Sjálvandi út á Skinnaraskerð. Men um ætlanin er at gera p-pláss ístaðin, so er tað betur at hon stendur í frið"
"Páll stendur júst á tí stað, har hann fekk lærdóm í Rybershandil, og fekk sín útlongsul soleiðis, at gagna landi sínum at frama. Nólsoy, Klaksvík og Vágur megu gera sína egnu standmynd. Og um tiltøk ikki fáa rúm í Vágsbotni fyri Pálli megu tey finna annað pláss fyri sínum tiltøkum."
"Set hann á Tingvøllin og vend hann soleiđis, at hann altíđ heldur eyga viđ ravnarnar har - ella bara uttanfyri húsini hjá Fólkaflokkinum"
"Lat Nólsoyar Páll fáa frið har hann stendur, eitt tað besta listaverk í allari Havnini"
Um eitt bil kanst tú síggja myndir her á in.fo, sum vísa, hvussu Nólsoyar Páll hevði riggað aðrastaðni í Havnini og í landinum við.