Kjak: Er tað í ordan at banna?

Um málbrúk í miðlunum

Í seinastuni er uppstaðið eitt kjak um málburð hjá ítróttarfólkum í miðlunum. Hetta er serliga eftir týðandi dystir, at ítróttarfólkini í antin gleði ella øði lata ókvæmisorð fella. Hetta fekk millum annað fyrrverandi venjaran hjá B36, og roynda miðlamannin í Miðlahúsinum, Eyðun Klakstein, at skriva eina klummu í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar mánadagin 6. mars.

 

Har skrivaði hann millum annað:

- Tað er blivið alt meiri vanligt, at ítróttarfólk banna ella brúka ófantaligan málburð í samrøðum við miðlarnar. Eisini hoyrist meira til, at ítróttarfólk ætla sær at drekka ella ballast eftir týdningarmiklar dystir. Og oftari síggjast ølfløskur og enntá sjussar á lofti.

 

- Eg haldi meg ikki vera so sartan, og eg veit alt um, at ítróttur inniheldur nógvar kenslur. Miðlarnir ynskja sær eisini kensluspælið – glaðar vinnarar og keddar ella illar taparar. Skuldi tað so ikki verið funnin fressur, tá ið ítróttarfólk nú gera nógv av í samrøðum við miðlarnar? Bara til eitt vist!

 

- Fyrst og fremst haldi eg, at boðini eru til ítróttarfólkini sjálvi: Stýrið tykkum eitt sindur!

 

Kjak á Facebook

Eftir ein hondbóltsdyst í Vestmanna fyri kortum, glapp banniorð úr bæði vinnaranum og taparanum av dystinum. Tað elvdi til kjak á Facebook, har fleiri fólk vístu sína ónøgd við málburðin hjá spælarunum.

 

Spurningurin er nú, um tað er blivið ov nógv av tí góða. Um so, hvør hevur ábyrgdina? Er tað miðilin, sum í summum førum kemur rennandi við eini mikrofon, eru tað ítróttarfeløgini, ið skulu læra sína spælarar at uppføra seg í miðlunum, ella eru tað spælararnir sjálvir, ið hava ábyrgdina?

 

Vit spyrja, er tað í lagi at spælarar banna í miðlunum eftir dyst?