Tað er spurningurin, ið verður viðgjørdur í kjaksendingini hjá Óla Breckmann á Rás2 klokkan 16 í dag.
Við sær í útvarpsstovuna at viðgera spurningin hevur Óli Breckmann fingið Alfred Olsen, formann í tingbólki Sambandsfloksins, Jákup Mikkelsen, formann í tingbólki Fólkafloksins, Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkinum, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing og politiskur granskari og viðmerkjari.
Í upplegginum til sendingina skrivar Óli Breckmann, at tað ivaleyst eru fleiri orsøkir til, at undirtøkan er so vánalig.
- Ein er væl, at takksemi trýtur, tí fólk atkvøða ikki eftir tí, sum ein samgonga hevur gjørt, men bara eftir tí, sum politikarar lova at gera.
- Tað kollektiva minnið er blivið syndarliga stutt.
- Snildtelefonin hevur yvirtikið leiklutin mannaheilanum.
- Vestanlond hava í dag tann minst upplýsta unga veljaraskaran, síðan fólkastýrið kom í eygað.
- Onnur tykjast eisini hava gloymt, at einki kemur av sær sjálvum, og at helmingurin av fólkinum noyðist fyrst at framleiða samfelagsvirðini, áðrenn tey kunnu takast inn í almennar kassar og býtast út millum allar borgarar.
- Er tað ikki margháttligt, at ein meiriluti av veljarunum als ikki hevur varnast ella ikki virðismetir tey risa framstig og ódnartøk, sum hendan samgongan hevur tikið síðan hon í 2011 tók yvir ein búskap í kreppu kreppuraktum, spyr Óli Breckmann í upplegginum til kjaksendingina á Rás 2 í dag.