Vága kommuna fer nú at økja um trygdina á havnarløgunum í kommununi. Hetta verður gjørt við, at ansingartól verða sett upp. Nú skal trygdin økjast á havnarløgunum í Vága kommunu.
Hetta verður gjørt við, at ansingartól verða sett upp. Tað fer at gera tað lættari at fylgja við, hvat hendir fram við sjónum. Serliga um kvøldið og náttina, tá vanliga ikki so nógv fólk ferðast á økinum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Nýggja skipanin fer ætlandi at økja trygdina hjá teimum, sum eitt nú hava bátar liggjandi í hyljunum, sigur umsjónarmaðurin hjá kommununi. Bæði um eitthvørt skuldi hent fólki, sum fer at hyggja sær at bátinum, ella talan kann vera um at uppklára møguligt herverk e.t.