Økja lívsgóðskuna og spara pening

- Ber til at økja um lívsgóðskuna, samstundis sum ein sparir pening?- Jú, siga tey í Ergoterapeutfelagnum, sum júst hava verið á norðurlendskari ráðstevnu.

Evnið á ráðstevnuni vóru teir møguleikar og tey rættindi sum allir borgarar hava fyri einum virknum lívi, hóast førleikarnir eru niðursettir orsakað av sjúku ella breki.

Sagt verður tó, at rehabilitering er ikki eitt nýtt fyribrigdi her hjá okkum, og tað er fleiri ferðir varpað ljós á evnið, men enn verður tað ikki útint í verki.

Eingin ivi er um, at borgari n skal hava varuga hjálp, tá tørvur er á hesum, men tað er eisini týdningarmikið at ein kann bjóða teimum venjing áðrenn.

- Tað er júst her pengarnir eru spardir og borgarin fær økta lívsgóðsku. Men tað krevur, at tað verður hugsað øðrvísi í tænastunum til eldri, enn tað verður í dag.

- Skal henda rehabiliteringin útinnast í verki, krevur tað at arbeitt verður tvørfakligt í øllum liðum í skipanini, eisini á leiðslustigi, sigur felagið.

Tey hava sent miðlunum eitt skriv, har tey nærri útgreina viðkomandi evnið, ið tey kalla "Sum longst í egnum lívi".