Tann nú fyrrverandi 45 ára gamli eykamálverjin hjá Sutton United, Wayne Shaw gjørdist farna mánaðkvøld nærum heimskendur, tá hann var filmaður í sjónvarpinum meðan hann sat á beinkinum hjá Sutton United og át eina kjøttertu.
Tað fekk avleiðingar, at Wayne Shaw hevði veddað við nakrar menn, at hann fór at tora at eta eina kjøttertu meðan hann bleiv filmaður undir dystinum, sum Sutton United spældi ímóti Arsenal farna mánakvøld.
Skilnaður bleiv millum Sutton United og Wayne Shaw, men ikki nýtist Wayne Shaw at ganga arbeiðsleysur.
Handilsketan Morrisons hevur bjóðað Wayne Shaw eitt starv, sum almenni kjøttertu-framleiðarin hjá Morrisons. Lønin fer í minsta lagi at svara til eina ársnýtslu av kjøttertum.
- Vit hava altíð fólk í kikaranum, sum eru tey bestu til at baka okkara kjøttertur og syrgja fyri, at kjøtterturnar framhaldandi hava eina høga góðsku, siga eigararnir av Morrisons handilsketuni.
Hjá Morrisons halda tey, at Wayne Shaw hevur prógvað, at einki høvið er ov stórt til at eta eina kjøttertu. Nakað, sum Wayne Shaw prógvaði fyri øllum fótbóltsheiminum farna mánakvøld.










