Kjær gjørdi vart við seg

Fleiri europeisk stórfeløg hava sýnt áhuga fyri danska verjuspælaranum Simon Kjær seinastu tíðina. Eitt nú hevur Manchester United fylgt honum. Í gjár gjørdi Simon Kjær aftur vart við seg, tá ið hann skoraði sigursmáli fyri italska felag sítt Palermo. Liðið vann 2-1 ímóti Cagliari í Seriu A, eftir at Cagliari hevði verið á odda 1-0. Simon Kjær skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.