Myndirnar av Isafold eru tiknar hin 9. januar, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos, og tað er KJ, sum hevur sent út tíðindaskriv í morgun, sum eigur myndina.

KJ gjørt umvælingar umborð í Isafold

Danska uppsjóvarskipið Isafold lá iá Havnini um jólini, og her var høvi hjá skipinum at fáa ymiskar umvælingar gjørdar í Føroyum.

 

Myndirnar av Isafold eru tiknar hin 9. januar, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos, og tað er KJ, sum hevur sent út tíðindaskriv í morgun, sum eigur myndina.

KJ, sum gjørdi ymiskt umvælingararbeiði umborð, sigur í tíðindaskrivi, at eitt nú varð stóra lyftistemplið á nótaleggjaranum tikið frá og umvælt, og oljulekar á nótarulluni vórðu tettir og pakningar skiftir. 

 

- Umframt hetta varð eisini sveisiarbeiði gjørt í einum vakuumtanga, sum er í brúki, tá landað verður, sigur Ørvar Jacobsen, tænastuleiðari hjá KJ. 

 

Hann vísir á, at arbeiðið gekk sera væl.

 

- Uppgávurnar vórðu loystar bæði skjótt og væl av okkara smiðjum, og Isafold slapp aftur til uppsjóvarfiskiskap hin 2. januar.

 

Um Isafold verður sagt, at skipið er heimahoyrandi í Hirtshals. Tað er bygt á Zamakoma-skipasmiðjuni í Spaniu í 2022. Skipið er 87 metrar langt og 20 metrar breitt.

 

- Eitt, sum er áhugavert við Isafold, er, at skipið hevur tvær skrúvur til framdrift. Hetta økir um orku og megi til sleip og mannirering av skipinum í øllum veðri.

 

Hetta sigur KJ, sum hevur høvuðsstøð á Kambsdali, í tíðindaskrivi í morgun.

 

##med2##

 


 

 

Myndirnar av Isafold eru tiknar hin 9. januar, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos, og tað er KJ, sum hevur sent út tíðindaskriv í morgun, sum eigur myndina.

Mynd: KJ