Kitty Madsen sang seg víðari í Íslandi

29 ára gamla Kitty Madsen úr Føroyum fekk ferfalt »ja« frá dómarunum í »Island Got Talent« kappingini á Støð 2 í Íslandi í kvøld

29 ára gamla Kitty Madsen úr Føroyum fekk ferfalt »ja« frá dómarunum í »Island Got Talent« kappingini á Støð 2 í Íslandi í kvøld.

 

Tað var maður hennara, sum hevði meldað hana til kappingina, og hetta var fyrstu ferð hon sang á palli, segði Kitty Madsen, sum hevur fimm børn.

 

Hon sang sangin hjá Rascal Flatts, I Won‘t Let Go.

 

Allir teir fýra dómararnir vóru á einum málum um at lata hana fara víðari í kappingini Ein av dómarunum, Jón Jónsson saknaði tó at síggja eyguni, meðan hon sang.

 

Kitty Madsen er ikki fyrsti sangarin úr grannalondum í íslendsku Talent kappingini, tí frammanundan hava tveir grønlendingar verið við.

 

Kykmyndin hjá visir.is sæst VIÐ AT TRÝSTA HER