Kitsch-kvøld í Føroyahúsinum

Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur opið fyri seinastu ferð áðrenn summarfrítíðina fríggjakvøldið hin 20. juni 2008 Í samband við hetta verður skipað fyri einum tiltaki, sum verður kallað Kitsch Kvøld. Talan er um eitt brak av einum kvøldi. Dugnaligi plátuvendarin, Magni Berg, er boðsendur úr Århus, og skal hann við sínum stóra úrvali av plátum við 80´ara tónleiki skipað fyri live-aid konsert á stórskíggja.

Summarfestivalurin stuðlar tiltakinum við trimum atgongumerkjum, sum vera burturlutað tilvildarliga klokkan 22, 23 og 24.

Fremad Amager stuðlar eisini tiltakinum við fleiri atgongumerkum til seinna uppflytingardystin leygardagin kl 15:00.

Dyrnar lata upp kl 20:00 og lata aftur kl 02:00.

Fyriskiparar eru Føroyahúsið og FO INVASION.