Ace Frehley. upprunaligi guitarleikarin í amerikanska bólkinum Kiss, skuffar óivað mangar fjepparar, tí hann hevur í samrøðu sagt, at ikki er sannlíkt, at hann verður við á ferðini, nú Kiss fer á tað, sum teir siga er seinasta konsertferðin.
Fyri einum mánað síðani var Ace á palli saman við Kiss, men tá hevði hann ikki verið á palli við bólkinum í 17 ár. Hann hevur eisini sagt, at nógv skal til, innan hann fer á pall saman við Gene Simmans og Paul Stanley.
Tað einasta, sum kundi fingið meg á pall við bólkinum er, um eg tók plássið hjá Tommy Thayer, sigur Ace Frehley sambært gaffa.dk.
Tommy er núverandi guitarleikarin í bólkinum.
Hann tók mítt pláss, -ein karakter, ið eg skapti, meðan hann bara er í starvi, sigur Ace.
Og umframt, so sigur Ace eisini, at pengar skulu á borðið, nógvir pengar, um hann skal á pall, tí tað metir hann seg vera í góðum rætti til, hóast hann viðurkennir, at hann ikki altíð var lættur at hava við at gera, orsakað av rúsevnistrupulleikum. Ace er tvær ferðir farin úr bólkinum. í 1982 og so aftur í 2001, eftir at upprunamaningin hevði funnið saman aftur.










