Økismissur  tá málið ikki verður brúkt

Eivind Weyhe, málfrøðingur, er við í Málstevnunevndini. Hann er sjálvsagt væl nøgdur við at hetta fær eina hægri raðfesting. Hann metir tað vera, at geva skarvin yvir, tá ið vit ikki brúka føroyskt á øllum økjum, har tað er møguligt.


Men hann skilur støðuna hjá Sjónvarpi Føroya, tí tað kostar pengar og týðingararbeiði krevur nógva tíð. Í hesum sambandinum kemur hann inn á eitt áhugavert hugtak.
Hann vísur á, at í vísindini tosar mann um ´økismiss`. Hetta hugtak lýsir tað støðuna, tá ið málið verður troka av og annað mál verður brúkt og tekur yvir. Tað fyrimyndarliga hevði verið, at bent støðuna yvir á ein økisvinning, í staðin fyri ein økismiss.
Í kjaksending í ÚF bleiv ført fram, at møguliga var føroyskt, við at koma í eina diglossia- støðu  tvs. eina støðu har tvey sløg av føroyskum vóru virkin, eitt háborið og eitt lægri, meiri gerandisligt mál. Hesum vil Eivind ikki heilt avvísa, men leggur heldur dent á, at vit í føroyskum loysa upp fyri meiri fjølbroytni í føroyskum, eisini skrivaðum føroyskum  tað skal verða meiri frígjørt, heldur málfrøðingurin Eivind Weyhe.