Økismenning og Suðuroyggin!

Aftaná fundin í VB?húsinum um økismenning trúgvi eg, at flest allir suðuroyingar fóru heim aftur við eini kenslu av, at hetta var mest líkt einum valfundi, øll politisku umboðini vóru fyri økismenning, tað stóð enntá í politisku valskránni hjá øllum politisku flokkunum um, at teir tóku undir við økismenning og eg spurdi meg sjálvan ímeðan eg sat har, hvat øll hesi fólkini gjørdu vesturi á Eiðinum hetta kvøldið.

 

Svenning Borg

Vágur

??????????


Aftaná fundin í VB?húsinum um økismenning trúgvi eg, at flest allir suðuroyingar fóru heim aftur við eini kenslu av, at hetta var mest líkt einum valfundi, øll politisku umboðini vóru fyri økismenning, tað stóð enntá í politisku valskránni hjá øllum politisku flokkunum um, at teir tóku undir við økismenning og eg spurdi meg sjálvan ímeðan eg sat har, hvat øll hesi fólkini gjørdu vesturi á Eiðinum hetta kvøldið. Hví neyðugt varð við hesum fundinum, øll politisku feløgini vórðu jú fyri økismenning, so tað skuldi jú staðið væl til úti í teimum ymsu økjunum, so tað átti ikki at verið neyðugt við nøkrum økismenningarfundum. Men veruleikin er jú ein heilt annar. Eingin av politisku flokkunum hevur sýnt í verki nakra økismenning, tí varð øll vælvildin vesturi á okra vakra Vágseiði hetta kvøldið bert valagn.

Sitandi samgonga hevur sett eina rúgvu av nýggjum arbeiðsplássum í miðstaðarøkinum, samstundis sum teir siga seg vilja menna útjaðarin, álvaratos, meinar sitandi samgonga, at fjøldin er býtt? Hvar er nú útjaðarapolitikkurin hjá sitandi samgongu. Tað síggjast ongi úrslit í útjaðaranum, men allir siga seg vilja menna útjaðaran og leggja so alt tað almenna virksemið í miðstaðarøkinum.

Suðuroyingar sita kanska á eini stórari oljukeldu, men sitandi økismenningarlandsstýri hevur avgjørt, at suðuroyingar skulu einki hava við nakra oljuvinnu at gera. Teir eru ikki góðir nokk. Kunnu ikki brúkast, um teir búgva í Suðuroynni, men flyta teir til miðstaðarøkið at búgva, ja so kunnu teir brúkast.

Tað er har, ið stovnarnir verða lagdir, so má tað unga fólkið leita sær til miðstaðarøkið, um tey skulu hava arbeiði innan terra útbúgvingarøki. Stovnarnir verða ikki lagdir í miðstaðarøkinum, tí at fólkið er har frammanundan. Nei, stovnarnir verða fyrst lagdir í miðstaðarøkinum, og so verður lýst eftir fólki. Soleiðis hava politikkarnir drenað útjaðarin fyri tað unga fólkið við útbúgving, og flutt hann til miðstaðarøkið. Tí er støðan soleiðis sum hon er.

Roynið og flytið almennu umsitingina út um landið, so fáa tygur at síggja, hvussu nógv, ið er eftir í høvuðsstaðnum. Sjálvur hevði eg roknað við, at høvuðsstaðurin hevði minkað við einum triðingi í hvussu er.

Eitt annað, ið nógv bleiv umrøtt, var kommunuskuldin. Men eitt skal eg vísa á, at um fíggjarmálastýrið lá her suðuri hjá okum, trúgvi eg ikki, at tildømis Vágs kommuna hevði eina krónu í skuld. So nógv av tí støðuni, sum okur eru komnir í, er bert grundað av, at landspolittikarnir hava verið ov vánaligir, og serliga teir fyri Suðuroynna. Tað sæst best á landavegunum á oynni. Tað er alment sligið fast, at Suðuroyggin hevur vánaligasta veg í Føroyum.

Oljuhavnin kundi ligið á Drelnesi, Oljumálastýrið í Vági og MRRC støðin í Akrabergi. So fingu suðuroyingar tað, ið veruliga tilkom teimum, at umsita tað, ið fyrigongst í teirra egna sjógvi. Men sitandi samgonga valdi at leggja hetta niður í miðstaðarøkinum. Tí eiga allir suðuroyingar at venda sitandi samgongu bakið, og ikki at velja teir aftur. Teir hava havt møguleikan, nú mugu aðrir sleppa at royna.

Í mínum hugaheimi hevur Suðuroyggin bert ein møguleika, og tað er, at yvirtaka alla umsiting av oynni. Oljuloyvi, aluloyvi og fiskaloyvi verða útskrivaði frá okra egnu umsiting, at okur stýra øllum tilfongi hjá oynni frá eini felagsumsiting. Leys frá restini av landinum.

Ein sjálvstýrandi Suðuroy, sum kanska er ríkasta oyggj í verðini.