Økismenning – eisini í Kollafirði

Endamálið við økismenning er at javnstilla økini í kommununi við útbyggingum og menning á staðnum og lættari og skjótari atgongd til tænastur aðrastaðni í kommununi.

Fyrsta januar 2001 vóru Kollafjarðar- og Tórshavnar kommuna lagdar saman.

Tað er ongin sjálvfylgja, at bara við at leggja saman við størri kommunu so gerast tænasturnar betri, og fleiri íløgur vera gjørdar í bygningar, vegir o.a.

Tað skal gerast ein virkin innsatsur fyri at skapa verulig úrslit, og tí hevði eitt umboð úr Kollafirði í býráðið, saman við Kollfjarðanevndini, verið besta fyritreytin.

Fyri meg, sum borgara í Tórshavnar kommunu, hevur tað stóran týdning, at okkara skattapengar verða raðfestir soleiðis at vit øll, ung sum eldri, kunnu siga, at vit merkja, at peningurin kemur okkum ØLLUM tilgóðar!

Veljarin avgerð, um meira orka og peningur kann setast av til økismenning, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býrað. Eg vil arbeiða fyri økismenning og fáa ávirkan á førda politikkin.