Kirtin er fødd í Klaksvík, men er uppvaksin í Tórshavn. Hon flutti sum heilt ung til Danmarkar at læra seg at seyma. Har møtti hon Jürgen Dost, sum er úr Dresden í táverandi Eysturtýsklandi, sum hon varð gift við í 1964. Sama árið fluttu tey til Suðurtýsklands at búgva, og har búgva tey enn.
Nú hon fyllir 70 ár, kemur hon til Føroyar at halda føðingardagin, sum verður hildin hjá systrini í Kovalág 6 í Havn leygardagin 22. august frá kl. 10 á morgi, har familja og kenningar eru vælkomin.