Kirkjurenning í Suðuroynni sunnudagin

Hvistan fer at skipa fyri øðrvísi túrum fyri tey, ið hava hug at ganga, renna, trilla ella súkkla.

Virkni rørslufelagsskapurin í Suðuroynni Hvistan, fer komandi tíðina at skipa fyri øðrvísi túrum fyri tey, ið hava hug at ganga, renna, trilla ella súkkla.

 


Í nøkrum førum verður byrjað við morgunkaffi, áðrenn farið verður í kirkju, fyri síðani at fara túrin millum tvær kirkjur ella bønhús.

Hugskotið hevur ligið í eina tíð, og nú í vár bleiv so endalig skrá gjørd.

 

 

Byrjað verður sunnudagin, tá ið vitjað verður í Sumba, og har morgunkaffi er frá kl. 11.30 í skúlanum fyri bygdafólki og tey ið koma við á túrin. So er Guðstænasta kl. 12.30 og so verður farið túrin umleið 13.30 og viðrar verður farið um Hestin til Kirkjuna í Vági.

 


Eitt av hugskotunum við túrunum er at koma runt í Suðuroynni, umframt at ein fær steðga á og hugsavna seg um vøkru nátturuna, áðrenn farið verður sjálvan túrin út í náttúrna, har ma. ávísir sangir eru við á skránni, soleiðis at hesir verða sungir til Guðstænastuna og kunnu soleiðis viðvirka til at gerast ein prædika undir sjálvum túrinum.

 


Rørslufelagið Hvistan, sum eisini er kent fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon, kirkjurenningar og fleiri tiltøk, ynskir við hesum at fáa fólk í , eins og vitjandi at koma runt í Suðuroynni og vitja Kirkjur og bønhús, áðrenn farið verður ein frálíkan túr í vøkru Suðuroynni.