Kirkjur og samkomur mugu tola kritikk

- Eg vóni, at hesar sendingarnar kunnu kvalifiserað kjakið og somuleiðis flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har miðlarnir viðgera átrúnað eins og til dømis politikk. Kirkjur og samkomur eiga at tola kritikk, tí tær eiga ikki at verða frítiknar fyri kritiska viðgerð frá miðlunum og frá fólki sum heild, sigur Heini í Skorini, oddamaður fyri sendirøðina Gud signi Føroyar. 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld, greiðir Heini í Skorini frá um sendirøðina Gud Signi Føroyar og somuleiðis um tær upplivingar og hugsanir hann hevur rent seg í á vegnum. 

 

 

Blaðið tosar eisini við Arna Klein Abrahamsen, sum kom úr skápinum sum samkyndur í 2010. Tá hevði hann verið giftur í átta ár, hevði trý børn og var virkin í samkomulívið í Kelduni. Les alla samrøðuna í blaðnum.