Havnin: Vanliga ringja kirkjuklokkurnar, tá onkur tænasta er í kirkjuni. Hesar tænastur liggja tær flestu um dagin ella um kvøldið.
Men tá ein kirkjuklokka brádliga fer at ringja við megi á miðjari nátt, tá man okkurt serligt vera áfatt.
Tað hildu í øllum førum grannarnir hjá Vesturkirkjuni, sum seint fríggjakvøldið vórðu vitni til nakað, tey aldrin áður høvdu upplivað:
Tá klokkan var farin nakað av hálvgum eitt, byrjaðu báðar klokkurnar í høga torninum í Vesturkirkjuni brádliga at ringja. Tað vóru ikki einans tímasløg, men tær ringdu í meiri enn hálvan tíma, áðrenn klokkarin fekk steðgað teimum.
-Eg lá í fasta svøvni, tá eg varð uppringdur av einum manni sum boðaði frá hesum. Satt at siga trúði eg honum ikki. Var tað um dagin, so var í lagi, men á náttartíð...
-Nei, slíkt er ongatíð hent áður, sigur ein av klokkarunum við Vesturkirkjuna, Signar Dam við Sosialin.
Hann fekk rættað brekið, og so tagdu klokkurnar aftur, og hann kundi róligur fara til húsa aftur at sova víðari. Og tað sama kundu eisini grannarnir í Vesturbýnum.
Ófrættir ella skemt
Tað kavaði eitt sindur, tá Signar fór til songar hetta fríggjakvøldið. Og hann lá framvegis í fasta svøvni, tá telefonin heima við hús brádliga fór at ringja.
Hann fór upp og hoyrdi í hinum endanum ein mann greiða frá, at klokkurnar í Vesturkirkjuni vóru farnar at ringja av grimd. Og einki var sum bendi á, at tær ætlaðu sær at steðga í bræði.
- Hóast eg kendi hann væl, so hevði eg ta fyrstu løtuna sera ilt við at trúgva honum. Tí hví í víðu verð skuldu klokkurnar ringja beint tá, sigur Signar.
Hin maðurin fekk so sannført hann um at tað var so sum hann segði, og Signar skræddi seg í klæðini fyri at leypa oman í kirkjuna.
Hann var tó ikki meiri enn komin í skjúrtuna, tá telefonin ringdi á øðrum sinni: Hesaferð var tað Politistøðin í Havn, sum boðaði frá hesum sama.
Hagar høvdu fólk í hópatali ringt og sagt frá hesum undarliga fyribrygdinum, nú kirkjuklokkurnar ringdu á miðjari nátt.
Fólk undraðust á, hvat nú var á vási. Onkur hugsaði um farnar tíðir, tá klokkuringing boðaði frá ófrættum, meðan onnur hugsaðu um jarðskjálvta og tað ið verri var hetta kavakvøldið. Og onkur siteraði heitið á bókini hjá John Steinbeck "Fyri hvørjum ringja klokkurnar?".
Og onkur triði hugsaði beinanvegin um at tendra útvarpið, tí hetta kundi ikki merkja annað enn at nú var okkurt sera álvarsamt hent onkustaðni.
Hurðin var læst
Sum tann kviki og góði maðurin fyri kirkjuna, sum Signar er, var hann løtu seinni við kirkjuna. Hann kundi tá staðfesta tað sama sum øll hini: At klokkurnar gingu heitar í ringingini.
Hóast seint var sóust fleiri bilar koyra spakuliga framvið kirkjuni, sum vildu fólk vita, hvat nú var á vási. Líkt var ikki til, at nakar ætlaði sær at hjálpa til.
Signar var sjálvandi eitt sindur spentur, men samstundis ørkymlaður av hesum, tí - kundi onkur vera farin innar í kirkjuna og hevði sett klokkuringingina í gongd?! Tann møguleiki var sjálvandi til staðar.
-Eg kom framat høvuðsinngongdini fyri at vita, um hon var læst. Og tað var hon, so tí kundi eg rokna út, at eingin var komin inn tann vegin í øllum førum.
-Tá eg kom innar í forkirkjuna, rópti eg fyri at vita um nakar var harinni. Tú veit, vikuskifti var! Men tá eg einki svar fekk, so visti eg, at eg var einsamallur harinni, sigur Signar.
Hann fann tó skjótt fram til, hvar brekið lá. Tann elektroniska stýriskipanin hevði spælt kirkjuni eitt puss, og hevði sett klokkurnar í gongd uttan orsøk.
Signar fekk steðgað ringingini, sum tá hevði vart í slakar 45 minuttir, og fólk kundu aftur leggja seg at sova.
Áðrenn hann fór heimaftur, ringdi hann aftur á Politistøðina fyri at boða frá, at nú var aftur náttarfriður í Vesturbýnum.
Stýriskipan uttan stýri
Síðani Vesturkirkjan varð tikið í nýtslu miðskeiðis í 70?unum hevur ringingin verið stýrd av eini serstakari skipan.
Henda skipanin tekur sær m.a. av tímasløgunum, men so líðandi vóru brekini farin at gerast týðiligari og týðiligari. Hon ringdi ikki tá hon skuldi, tí ymiskar funksjónir riggaðu ikki longur.
Hetta kundi kirkjuráðið ikki liva við, og fyri einum ári síðani varð ein onnur elektronisk stýriskipan sett upp, og hevur henda riggað uttan stórvegis trupulleikar ? líka inntil seinasta fríggjakvøld.
Henda stýriskipan hevur riggað væl. Hetta kvøldið var streymveitingin tó eitt sindur ójøvn, soleiðis at ljósini høvdu hug at blunka eitt sindur.
Tað er uttan iva hetta sum hevur gjørt ta elektronisku stýriskipanina eitt sindur í ørviti. Fleiri av funksjónunum í hesi stýriskipanini steðgaðu bara, meðan aðrar tóku við, og soleiðis fingu vit ta sjáldsomu hendingina, tá klokkurnar í Vesturkirkjuni byrjaðu at ringja á náttartíð.
Nú verður so eitt no-break anlegg sett upp fyri at forða hesum í at henda aftur.