Sunnudagin kl. 14 hevur Kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Dorte Tilma jólakonsert í Vágs kirkju.
Á skránni verður eisini Lusiugonga, og skúlabørn fara at syngja jólasangir.
Seinrapartin er kórið við í Tvøroyrar kirkju, tá ið jólini verða sungin inn kl. 16.