Vanligu limirnir í Fólkakirkjuni eiga at kunna velja biskuparnar í Danmark. Hetta fer at tryggja eitt neyðugt og breitt virksemi í kirkjuni, heldur danskur teologiprofessari Danmark: - Næstu ferð ein danskur biskupur skal veljast, eigur ein at flyta atkvøðurnar frá kirkjuráðum og prestum og flyta tær til allar limirnar í Fólkakirkjuni.
Tað heldur í øllum førum Viggo Mortensen, sum er professari í systematiskari teologi við Aarhus Universitet.
Sambært Kristelig Dagblad er hann sera hugaður fyri hesi skipanini, sum eina roynd við beinleiðis fólkaræði í Fólkakirkjuni, hóast eitt líknandi uppskot frá Nýggju Alliansuni ikki fekk politiskan meiriluta herfyri.
- Ein átti at roynt við fólkavaldum biskupum í einum tíðarskeiði. Trý tey næstu biskupavalini kundu verið løgd út til teir vanligu limirnar í Fólkakirkjuni, og so kann ein altíð eftirmeta, skjýtur Viggo Mortensen upp.