Kirkjufólkið heiðraði Hjørleifi

Familjuguðstænastan í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin var eisini ein hátíðarguðstænasta fyri Hjørleifi Waag Høgnesen, sum hevur verið urguleikari har í 40 ár.

Sunnudagin 15. mars var familjuguðstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Ymiskt var á skránni hendan dagin, eitt nú sang barnakórið í KFUM og K. Eisini var nógvur felagssangur og Hanus Simonsen, prestur, helt eina barnavinarliga prædiku.


Talan var samstundis um eina hátíðarguðstænastu, við tað at liðin eru 40 ár síðani Hjørleif Waag Høgnesen byrjaði sum urguleikari í Christianskirkjuni. Hann avloysti tá Fridu Petersen.


Í hesum sambandi sigur Kirkjuráðið í Klaksvík í tíðindaskrivi, at Hjørleif hevur røkt hetta starv væl nú í 40 ár. Hann er álítandi og hjálpsamur, og tá ið heitt verður á hann, er hann sera beinasamur. Hann er ein góður urguleikari, sum vit kirkjufólk í Klaksvík hava notið gott av. Hann leiðir sálmasangin væl, verður sagt í tíðindaskrivi frá Kirkjuráðnum, sum ynskir Hjørleifi tillukku og Guds signing.


Eftir prædikuna sunnudagin spældi Hjørleif, meðan sonurin, Leif, sang sálmin "Guð ger meg til eitt lítið ljós". Hetta var sera væl sungið og spælt. Tá guðstænastan var liðug, var hugnaløta í kirkjukjallaranum, har fleiri nýttu høvið at heilsa upp á Hjørleif. Talur vórðu hildnar av Jørgini Ellingsgaard, formanni í kirkjuráðnum, Hanusi Simonsen, presti, og Ólavi í Mittúni, sum hevur sitið í kirkjuráðnum í mong ár. Ólavur takkaði Hjørleifi fyri at hann í so mong ár hevur lagt lív og sál í at leiða sálmasangin og lovsangin í kirkjuni. Hjørleif fekk ein málning frá kirkjuráðnum, sum listakvinnan Lydia Petersen í Klaksvík hevur málað.