Kirkjufólk álopin í Nigeria

Fleiri fólk doyðu, og fleiri vórðu særd, tá tríggir vápnaðir menn og ein sjálvmorðsbumbumaður søktu at tveimum kirkjum í Nigeria í dag.

Eygnavitni hava greitt frá, at sjálvmorðsbumbumaðurin sprongdi seg í luftina uttan fyri eina kirkju í býnum Jos, sum er miðskeiðis í landinum. Samstundis skutu tríggir vápnaðir menn eftir kirkjufólki í býnum Biu, sum er í landnyrðingspartinum av Nigeria. Eitt eygnavitni har hevur sagt tíðindafólki, at fleiri fólk doyðu, og at onnur vórðu særd av skotunum. Løgreglan sigur seg ikki hava nakrar gjøllari upplýsingar um álopið í Biu.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av teimum báðum atsóknunum, men framferðarhátturin er tann sami, sum tann islamistiska sektin Boko Haram plagar at brúka.