Í morgin hevur Kirkju- og missiónshúsið á Argjum sína meinigheitshútferð. Bergur Debes Joensen, prestur, sigur, at byrjað verður við guðstænastu og sunnudagsskúla, og klokkan 12.30 stendur bussur klárur at koyra.
- Um viðrar, verður farið til Leynasand, har ymiskt verður á skránni. Eitt nú verður drekkamuður og spøl. Havið matpakka og skiftiklæðir við, siga tey frá Kirkju- og missiónshúsið á Argjum.