Kirkjan vendir trupulleikunum ryggin

Tað heldur granskarin í heimloysi og sosialum lívskorum í Grønlandi, sosiologurin og ph.d. Steven Arnfjord, sum eisini er adjunktur við Universitetið í Grønlandi.

Grønland hevur millum hægstu sjálvmorðstøl í heiminum í mun til íbúgvaratalið. Hvørt ár doyggja millum 35 og 55 grønlendingar fyri egnari hond, og mett verður, at næstan triðja hvørt barn í Grønlandi hevur verið fyri kynsligum ágangi.

 

Hóast miðalnýtslan av alkoholi í Grønlandi liggur nakað lægri enn í Danmark, hevur oyggin kortini stórar trupulleikar við bæði alkoholi og hashi. Sosialu trupulleikarnir standa í bíðirøð í Grønlandi, men átøkini hjá kirkjuni á sosiala økinum eru ikki nøktandi.

 

Tað heldur ein av fáum granskarum í heimloysi og sosialum lívskorum í Grønlandi, sosiologurin og ph.d. Steven Arnfjord, sum eisini er adjunktur við Universitetið í Grønlandi, og tað er heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - sum hevur skift orð við granskaran.

 

- Í vælferðarsamfeløgum í Skandinaviu er tað ikki minst kirkjuligir felagsskapir, sum á ymiskan hátt røkka borgarum við sosialum trupulleikum, men eg síggi ikki grønlendsku kirkjuna sum ein aktør á sosiala økinum.

 

Steven Arnfjord heldur, at kirkjan í Grønlandi meira virkar sum ein stovnur, ið loysir nakrar kirkjuligar uppgávur, men sum ikki tekur sær av sosialpolitiskum uppgávum. Granskarin sigur, at hann væl kundi hugsað sær, at kirkjan í Grønlandi í størri mun var meira til steðar, tá ræður um sosial átøk.

 

Deildarleiðarin fyri teologi við Universitetið í Grønlandi, dr.theol. Aage Rydstrøm-Poulsen, vísir á, at grønlendska kirkjan hevur havt ein týdningarmikan leiklut sum staðið, har fólk fylkjast til gudstænastu.

 

- Sjálvandi kunnu vit spyrja, hví kirkjan ikki hevur gjørt heim fyri deyðssjúk fólk, stovnar til børn, sum renna runt í gøtunum – ella, hví kirkjan ikki í størri mun hevur hjálpt hashmisbrúkarum í Grønlandi.

 

Aage Rydstrøm-Poulsen heldur, at kirkjan kundi tikið um ein hóp av trupulleikum, eins og hon eisini kundi savnað inn pening til sosialt arbeiði í Grønlandi.

 

- Hinvegin hevur kirkjan tikið stóra ábyrgd, tá ræður um sálarrøkt og andaliga vælferð, men tað hevur í aðrar mátar ikki verið hugsað so nógv um kirkjuna sum ein sosialan og aktivan leikara, sigur Aage Rydstrøm-Poulsen.