Kirkjan fyrigivið Pussy Riot

Tveir týðandi menn hjá russisku kirkjuni siga, at kirkjan hevur fyrigivið teimum trimum Pussy Riot-kvinnunum, sum í gjár fingu tvey ára fongsul, tí tær fóru inn í eina kirkju í Moskva og skipaðu har fyri einum mótmælistiltaki ímóti Vladimir Putin, forseta.

Tikhon Shevkunov, sum stendur á odda fyri Sretensky-kleystrinum í Moskva, og sum verður mettur at vera andaligur ráðgevi hjá Putin, segði í einari sjónvarpssamrøðu í morgun, at kirkjan fyrigav teimum trimum songkvinnunum longu beint aftan á hendingina í kirkjuni, sum var í februar.

-Summi hava funnist at kirkjuni, tí hon hevur ikki fyrigivið kvinnunum, men tað gjørdu vit longu beinanvegin. Men tað eru samfelagið og myndugleikarnir, sum skulu steðga slíkum, segði Shevkunov.

Maxim Kozlov, sum er ein týðandi prestur í russisku kirkjuni, var eisini í sjónvarpinum, og hann tók undir við Shevkunov.