Kirkja og roykstova bjargaðu jólahaldi

Jólatræið skuldi verða tendrað í Kirkjubø í dag klokkan17. Men tá myndamaðurin kom til Kirkjubøar, var stormur, og jólatræið hekk meira at kalla vatnrætt í luftini. Tað var ringasta ætt í Kirkjubø, og tað oysti niður. Ikki hugsingur um nakað jólatræshald.

- Vit sóu, at ljós var í kirkjuni, so vit bardu okkum oman móti ættini. Innkomin sóu vit tveir plaskvátar røðuhaldarar, Bjarna Bæk, fyrrverandi dómpróst og Heðin Mortensen, borgarstjóra.

Løtu seinni stóðu hornblásararnir hjá Frelsunnarherinum og royndu at stoyta tað mesta av regninum burturúr stóru hornunum, áðrenn farið varð fram í kór at spæla.

Yvir fimti fólk og nøkur børn vóru komin í kirkjuna, og løtan gjørdist avbera hugnalig, tá hornorkestur Frelsunnarhersins byrjaði at spæla jólasálmar. Báðir røðuhaldararnir gjørdu væl burturúr serliga hugnanum í kirkjuni og í bygdini, og rundað varð av við, at øll av hjarta sungu “Føgur er foldin.”

Eftir sálmasangin gjørdi Jóannes Patursson bóndi ikki mætari enn at bjóða øllum niðan í roykstovuna til ein drekkamunn og eitt jólaprát. Børnini vistu av ongum, tá tveir jólamenn løtu seinni trinu innar við fullum posum av karamellum. Ein sera hugnalig løta.

- So, jólatræshaldið í Kirkjubø bleiv heldur ikki hesaferð sum ætlað. Men hugnin var ikki minni fyri tað. Og hóast at jólatræið boygdi seg fyri vindinum, tá vit fóru avstaðaftur, so lýsti tað so hugaligt við gomlu kirkjuni í baksýni og tararoki heilt niðan í túnini.

Hetta upplýsir Óla Jákup Rólantsson, miðlaráðgevi hjá Tórshavnar kommunu.