Eftir ófrið í fleiri dagar er forsetin í Kirgisistan farin av landinum. Eftir einari avtalu millum Kasakhstan, Russland og USA er hann farin til Kasakhstan, sigur OSCE. Kurmanbek Bakijev, forseti, noyddist at flýggja úr høvuðsstaðnum í síðstu viku, eftir at samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna høvdu kravt nógv mannalív.
Síðani hevur felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa, OCSE, tingast við forsetan, og tær tingingarnar eru nú endaðar við, at forsetin er farin til Kasakhstan.
Russiska stjórnin ávaraði í gjár um, at vandi var fyri borgarakríggi í Kirgisistan, og at landið kundi enda sum eitt annað Afghanistan.










