Kinverjar til Grønlands at arbeiða fisk

Um miðjan mai og miðjan juni koma 38 kinverjar til Grønlands at arbeiða á fiskavirkjum hjá Royal Greenland.

Um miðjan mai og miðjan juni koma 38 kinverjar til Grønlands at arbeiða á fiskavirkjum hjá Royal Greenland. Av hesum 38, skulu 19 arbeiða í Maniitsoq, tíggju í Qasigiannguit og níggju í Ummannaq.

 

- Vit eru vónrík og halda, at kinverjarnir fara at gera tað arbeiði, tey verða sett til at gera, soleiðis at framleiðslan verður støðug, samstundis sum minni bíðitíð verður hjá útróðrarmonnum at sleppa av við fiskin.

 

Tað sigur Søren Olsen Damgaard hjá Royal Greenland í tíðindaskrivi, sum www.sermitsiaq.ag endurgevur.

 

Grønlendsku kommunurnar, har fiskavirkini eru, hava góðkent at taka ímóti kinverjunum, og Útlendingastýrið hevur givið teimum uppihalds-og arbeiðsloyvi í Grønlandi.

 

Tað er nógv at gera á virkjunum hjá Royal Greenland í hesum døgum, og á fleiri virkjum er tørvur á arbeiðsfólki.

 

Kinverjarnir, sum nú koma til Grønlands, skulu búgva í íbúðum hjá Royal Greenland, og uppihalds-og arbeiðsloyvini skulu endurnýggjast á hvørjum ári.