Kinverjar lata marknaðin uppaftur

Eftir at kinverjar fyri nøkrum árum síðan stongdu sín marknað fyri donskum fiskamjøli og fiskalýsi, er marknaðurin nú latin uppaftur. Tær tríggjar donsku fiskamjølsverksmiðjurnar sleppa nú aftur at selja sínar vørur á kinverska marknaðinum. Hesin marknaður hevur annars verið stongdur fyri danskari framleiðslu av hesum slagi í nøkur ár.

Kinversku myndugleikarnir hava júst góðkent donsku framleiðsluna av fiskamjøli og fiskalýsi, eftir at kinverjar hava verið á kanningarferð í Danmark.

Avgerðin merkir, at donsku verksmiðjurnar nú kunnu selja til ein veksandi marknað í Kina aftrat høvuðsmarknaðinum, sum virkini frammanundan hava í norsku laksavinnuni.

- Vit fegnast um, at tað er eydnast at sleppa inn aftur á kinverska marknaðin, og vit hava eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at røkka hesum máli.

Tað sigur Nils Christian Jensen, sum er formaður í danska Fiskamjølsfelagnum.

Nils Christian Jensen sigur, at kinverski marknaðurin fyri fiskamjøli og fiskalýsi er ógvuliga lovandi, og viðhvørt rindar hesin marknaður meiri fyri hesar vørur, enn norski marknaðurin ger.