Kinversk umboð fyri olympisku leikirnar fordøma royndunum at steðga olympiska kyndlinum at vinna vegin fram til Beijing. – Eitt fátal av fólki við tibetanskum sjálvstýri á dagsskránni royndu at forkoma kyndlinum. Vit fordøma harðliga hetta átakið, segði ein kinverskur umboðsmaður eftir hendingarnar í London og París seinastu tveir dagarnar. Altjóða IOC-forsetin, Jacques Rogge, sigur, at hann ber ótta fyri altjóða støðuni og tí, sum hendir í Tibet.