Kinna forkvinna í NSÍ

Sonni L. Petersen hevur lagt frá sær sum formaður, men heldur tó fram í nevndini.

Sonni L. Petersen er ikki longur forðmaður í NSÍ. Hann hevur valt at taka seg aftur, og framyvir verður tað ein kvinna, sum fer at standa á odda fyri felagnum.


Nýggja forkvinnan eitur Kinna Fritsdóttir, og hon er als ikki er ókend í NSÍ. Hon hevur nevniliga verið forkvinna í felagnum fyrr, og hevur hon nú játtað seg til at taka eitt tørn afturat.


NSÍ skrivar á heimasíðu síni, at broyttar arbeiðsumstøður vóru orsøkin til at Sonni L. Petersen valdi at taka seg aftur. Hann heldur tó fram í nevdini, nú sum skrivari.


Nýggja starvsnevndin hjá NSÍ:

Kinna Fritsdóttir, forkvinna

Oddfríður Gaardbo, næstformaður

Bjartur Nolsøe, nevndarlimur

Eyðstein Skipanes, nevndarlimur og ítróttarstjóri

Sonni L. Petersen, skrivari