Fyri fyrstu ferð er ein kinesisk kvinna farin út í rúmdina. Tann 33 ára gamla Liu Yang mannar rúmdarferjuni Shenzhou saman við tveimum monnum. Ferjan skal knýtast at støðini Tiangong, sum er byrjanin til eina kinesiska ætlan um eina veruliga rúmdarstøð.
Í sínum dagliga yrki er Liu Yang flogskipari hjá kinesiska flogvápninum, og hon heldur, at kvinnur kunnu eisini gera seg galdandi longri burtur frá jørðini.
-Eg havi altíð hoyrt, at tað er einki øðrvísi enn at senda menn út í rúmdina, segði Liu Yang við tíðindafólk í gjár.