Í Weihai, sum liggur fimm sjómíl eystan fyri skipasmiðjubýin Yantai í Kina, har alibrúk hjá Nordlaks eisini eru undir bygging, er nú sjósett ein nýggj alistøð úr stáli til aling á havinum.
Og tað er greitt, at einki verður spart, tá kinverjar byggja upp sítt egna ali-og framleiðsluvirksemi.
Tað er kinesiska alifyritøkan Weihai Haien Blue Sea Aquacultures, ið eigur nýggju alistøðina, sum verður rópt "Lan Xin".
- Tað tók seks tímar at sleipa støðina út til aliøkið við Chudao, og tað tók tveir tímar at knýta alistøðina til akker og teymar, skrivar ilaks.no, sum vísir til kinesiskar netsíður.
Alistøðin "Lan Xin" er 158 metrar long og 54 metrar breið.
Her eru tvær áttakantaðar nótir á tilsamans 80.000 rúmmetrar, og netskipanin er sniðgivin av Zhoushan Neptune og Aqua Knowledge í felag.
Aqua Knowledge er dóttirfelag hjá norsku fyritøkuni, Mørenot.
Alistøðin skal brúkast til aling av atlantiskum laksi í landnyrðingspartinum av Kina, har fleiri havalistøðir longu eru í økinum.
"Lan Xin" hevur sjálvvirkandi fóðurskipan, undirvatnskamera og útgerð, sum fylgir við dygdini av sjógvi. Alistøðin verður stýrd við forritum á teldu ella fartelefon og kann tískil stýrast úr landi.
Ilaks.no skrivar, at hetta er ein kinesisk alistøð við norskari hátøkni innan aling.











