Kina hyggur norðureftir

Kinesarar ætla sær ikki at sita hendur í favn, meðan USA, Russland og onnur lond fyrireika seg til nýggjar møguleikar við sigling og oljuleiting í tí arktiska økinum. Kinesarar hava serliga stóran áhuga í møguleikanum at stytta flutningsleiðina, nú farmaskip kunnu sigla ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Kyrrahavið og Atlantshavið.

Ein kinesiskur professari sigur við Reuters, at økið kring Norðpólin er ikki bara áhugaøki hjá londunum har norðuri, men hevur altjóða áhuga og týdning.