Kina hækkar pensjónsaldur hjá monnum upp í 63 ár

Fyri kvinnur verður pensjónsaldurin í Kina eftir 1. januar 2025 ávikavist 55 og 58 ár - alt eftir, hvar á arbeiðsmarknaðinum kvinnurnar eru

Tað er ymiskt, hvørjar raðfestingarnar eru í ymiskum londum, tá ræður um pensjónsaldur.

 

Her í Føroyum er pensjónsaldurin vorðin eitt stórt umrøðuevni seinnu árini, og Búsksparráðið heldur, at tað gongur ov seint við at hækka pensjónsaldurin í Føroyum.

 

Í Kina er pensjónsaldurin væl lægri enn í Føroyum, og her hava tey gjørt av at hækka aldurin frá 1. januar komandi ár at rokna.

 

Eftir 1. januar 2025 verður pensjónsaldurin hjá monnum í Kina 63 ár, og fyri kvinnur verður hann ávikavist 55 og 58 ár - alt eftir, hvar á arbeiðsmarknaðinum tær eru.

 

Hetta veit AFP-tíðindastovan at siga frá kinesisku tíðindastovuni, Xinhua.

 

Lagt verður aftrat, at pensjónsaldurin hjá monnum í Kina hevur verið 60 ár - og hjá kvinnum ávikavist 50 og 55 ár.

 

Um vit samanbera við Føroyar, er pensjónsaldurin fyri fólk, sum eru fødd eftir 1. juli 1957 67,5 ár. Ert tú fødd/-ur eftir 1. januar 1963 er pensjónsaldurin 68 ár.

 

Í Føroyum er eingin pensjónaaldur longur, sum eitur 67 ár. Tað er søga.