Kina herðir nú orðalagið í atfinningum sínum at norðurkoreansku kjarnorkuætlanunum. Vit hava givið greitt til kennar, at hesar ætlanir eiga at verða steðgaðar, sigur kinesisi uttanríkisráðharrin, Wang Yi (myndin).
Spurningurin um kjarnorkuætlanirnar hjá Norðurkorea varð vendur á toppfundinum í samstarvsfelagsskapinum fyri londini í landsynningspartinum av Asia, ASEAN, sum var í Brunei í gjár.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, sigur seg hava fingið at vitað frá kinesiska starvsbróðuri sínum, at stjórnin í Beijing mótvegis Norðurkorea hesaferð hevur tosað við sera stórum bókstavum.










