Tað var á landsfundinum hjá kommunistaflokkinum, at Jiang Zemin boðaði frá, at hann tók seg úr starvinum sum floksformaður, og at Hu Jintao tekur við. Skiftið fer uttan iva at hava við sær, at Hu Jintao eisini fer at taka við sum nýggjur kinesiskur forseti, tá Jiang Zemin fer frá næsta ár.
Saman við Jians Zemin fóru fimm av stuðlum hansara úr floksleiðsluni, og úr Beijing verður sagt, at Hu Jintao hevur longu valt fimm at sínum stuðlum í floksleiðsluna. Hvørjir teir eru, verður almannakunngjørt í dag.
Eygleiðarar í Bejing siga, at tann nýggja floksleiðslan fer uttan iva at halda somu uttanríkispolitisku kós sum tann fráfarna. Á landsfundinum hevur Jiang Zemin sagt, at Kina fer at halda fram við teimum marknaðarbúskaparligu tillagingunum, sum hesi seinastu árini hava givið landinum ógvuliga stóra framgongd í búskapinum.