Kina byggir heimsins størsta krill-trolara

Tað eru serliga norsk og kinesisk skip, sum fiska krill í Suðuríshavinum.

 

Kinverska fyritøkan Shanghai Chonghe Marine Industry hevur gjørt avtalu við Wärtsilä Ship Design um at tekna felagnum ein 140 metrar stóran trolara, sum skal fiska krill í Antarktis. Sambært Wärtsilä verður trolarin, tá hann fer til fiskiskap, heimsins størsti og effektivasti krill-trolari.

Kystmagasinet.no veit at siga, at trolarin verður útgjørdur til at kunna gera langar túrar. Skipið verður útgjørt við verksmiðju til góðsking av krill-vørum í bestu dygd, og Wärtsilä Ship Design leggur dent á rakstrareffektivitet, samstundis sum árinini á umhvørvið skulu verða minimal.

Hetta verður annar kinverski krill-trolarin, sum Wärtsilä Ship Design teknar. Hin fyrri, sum kallast Shen Lan, er 115 metrar langur, og hann verður klárur at lata kinverska reiðarínum, Jiangsu Sunline Deep Sea Fishery Co. Ltd., um stutta tíð. Shen Lan hevur Wärtsilä-motorar.

Kystmagasinet.no veit at siga, at samlaða kvotan av krill í Antarktis er otta miljónir tons um árið. Men, í økinum, har krill í løtuni verður fiskað, er kvotan 620.000 tons. Tað eru serliga norsk og kinesisk skip, sum fiska krill á hesum leiðum.

##med2##