Kina best í Eysturasia

Rættiliga óvæntað vann Kina um vikuskiftið kappingina um eysturasiatiska meistaraheitið í fótbólti. Hetta hendi, eftir at Japan í gjár á heimavølli mátti lúta 1-3 fyri Suðurkorea. Undan hesum dystinum hevði Kina vunnið 2-0 á Hong Kong, og tað merkti, at Japan skuldi vinna við trimum málum fyri at vinna kappingina, men endaði altso við at tapa. Fyrr í kappingini hevði Kina spælt 0-0 ímóti Japan og vunnið 3-0 á Suðurkorea.