Skjótt verður tað rættiliga avmarkað, hvussu langa skíggjatíð børn í Kina sleppa at hava.
Hetta verður galdandi bæði fyri nýtslu av fartelefon og øðrum skiggjum.
Í dag leggja kinesisku myndugleikarnir fram eina lóg um skíggjatíð.
Lógin sigur sambært tíðindastovuni NTB, at skíggjatíðin hjá børnum verður avmarkað til í mesta lagi tveir tímar.
Tíðindastovan sigur, at lógin verður søgd at vera heimsins harðasta av sínum slag.
- Hetta eru ring tíðindi fyri feløg, sum Tencents og Bytedance, ið eiga ávikavist WeChat og Tiktok, skrivar NTB.